Ein samansjóðað kommuna har borgarin er errin av at búgva
Borgaralistin vil varða áhugamál hjá øllum borgarum og arbeiða fyri kommununi sum einari heild. Vit vilja tryggja kjarnutænastur og áhaldandi menning. Vit síggja eina samansjóðaða kommunu, har borgarin skal vera errin av at búgva.
Saman við Borgaralistanum koma vit fram á leið!
Borgaralistin vil varða áhugamál hjá øllum borgarum og arbeiða fyri kommununi sum einari heild. Vit vilja tryggja kjarnutænastur og áhaldandi menning. Vit síggja eina samansjóðaða kommunu, har borgarin skal vera errin av at búgva.
Saman við Borgaralistanum koma vit fram á leið!
Valevni á Borgaralistanum standa saman um eina valskrá, ið fevnir um 12 høvuðsevni, ið tú kanst lesa nærri um niðanfyri.
Í Runavíkar kommunu er áhaldandi fólkavøkstur og eftirspurningurin eftir bústøðum er stórur. Grundstykkini á nýggju útstykkingunum í Leitinum og Hórheiðum eru longu umbiðin, og tí er neyðugt at vera framsøkin og taka neyðug framtíðaratlit.
Borgaralistin vil virka fyri:
- At fyrireikingar til nýggjar útstykkingar fara í gongd
- At gongd verður sett á leigu- og eldraíbúðir kring kommununa
- At Runavíkar kommuna altíð hevur tøk grundstykkir á øllum økjum
Barnafamiljur eru ein týðandi hornasteinur í kommununi og tørvurin á barnaansing er vaksandi. Neyðugt er at arbeiða við varandi langtíðarætlanum, ið tryggja neyðugar karmar fyri barnaansingina at virka undir. Eisini eru væl hildin høli, góð spælipláss og tíð til starvsfólkamenning við til at skapa trivnað.
Harafturat hevur samgongan í samgonguskjalinum ásett at fara at geva kommunum loyvi at peningurin fyri barnaansing kann fylgja barninum.
Borgaralistin vil virka fyri:
- At endurskoða systkinaavsláttur og áseta avsláttur fyri seinna barnið á dagstovni
- At partur av peninginum skal kunna fylgja barninum í eitt 3 ára royndartíðarskeið fyri børn í aldrinum 0-3 ár
- At altíð hava tøk dagstovnspláss og eina smidliga skipan ímun til tørvin hjá foreldrum
Í Runavíkar kommunu eru 15 bygdir, men nógvar tænastur og arbeiðspláss liggja í miðstaðarøkinum. Vit hava skúlabarnakoyring, men týdningarmikið er, at allir borgarar í øllum aldri og úr øllum økjum, hava eina lætta farleið til allar kommunalar tænastur, arbeiði og ítriv. Við góðum bussleiðum eru færri bilar á vegnum. Hetta sparir orku, og lættir um ferðslutrýstið í miðstaðarøkinum.
Borgaralistin vil virka fyri:
- At stovna eina bussleið, sum røkir allar bygdir í kommununi
- At bussleiðin røkir flutningstørvin til kommunalar tænastur, skúla og ítróttarlig tilboð
- At verandi kommunalar busstænastur vera endurskoðaðar samsvarandi og samstarvað verður við grannakommunur
Runavíkar kommuna skal stuðla undir mentunarligum og listarligum virksemi í kommununi. Nes sóknar musikkskúli, ið er eitt samstarv millum Runavíkar- og Nes kommunu hevur verið virkin í 35 ár, men uttan egin hølir. Hetta skapar avbjóðingar við hølisviðurskiftum, starvsfólkatrivnaði og nøktandi læringsumhvørvi.
Borgaralistin vil virka fyri:
- At gamla politistøðin verður umbygd til nútíðarhóskandi musikkskúla
- At kvøldskúlaskipanin fær brúkt musikkskúlan til tónleikafrálæru
- At venjingarhølið gerast tøk til borgarar í kommununi
Borgaralistin vil arbeiða fyri, at langtíðarætlanir verða gjørdar fyri allar bygdir í kommununi. Tað er eyðsæð, at allar íløgur kunnu ikki gerast á øllum økjum samstundis, og at gongdin í samfelagnum ávirkar tørv og fíggjarkarmar, men neyðugt er at fáa ásett ætlanir og raðfestingar fyri kommununa, sum eina heild.
Borgaralistin vil virka fyri:
- At áseta eina heildarætlan fyri alla kommununa
- At gera heildarætlanir og íløguætlanir fyri allar bygdir í kommununi
- At borgarin hevur møguleika at ávirka hesar heildarætlanir á borgarafundum og í staðbundnum nevndum
Góð kunning og gott samskifti við borgaran skapa álit. Hesi mugu raðfestast enn hægri í Runavíkar kommunu.
Borgaralistin vil virka fyri:
- At kommunan leggur seg eftir at samskifta og kunna borgaran skjótt og væl í øllum viðurskiftum
- At frásagnir til nevndarfundir gerast almennar og at talið av limum í nevndum verður endurskoðað
- At seta ein kommunustjóra, stremba eftir vælvirkandi umsiting og høgum tænastustøði
Runavíkar kommuna skal standa á odda fyri at stimbra nýtt vinnulív, nýskapan og vinnuligan vøkstur í kommununi. Kommunan skal í mest møguligan mun keypa vørur og tænastur frá fyritøkum, ið eru staðsettar í kommununi og útveita tænastur, har tað verður mett fíggjarliga skynsamt og kann vera við til at hækka tænastustøðið.
Borgaralistin vil virka fyri:
- At vinnuligar útstykkingar og ídnaðarøki verða fyrireikað
- At stuðla undir at eitt íverksetaraumhvørvi verður sett á stovn í kommununi
- At halda fram við at menna og skipa ferðavinnuna í samstarvi við Visit Runavík, umframt at hava nøktandi skelting, vegakervi, ruskspannir og almenn vesi kring kommununa
Neyðug stig skulu takast fyri at tryggja heimafrið hjá borgarum í Runavíkar kommunu. Runavíkar kommuna skal hava eitt framsøkið havnalag, ið eisini tekur atlit til grannar og til umhvørvið. Kommunan skal virka í kommunufelagshøpi at fáa ásett felags treytir fyri útlát og ljóðdálking í øllum kommunum.
Borgaralistin vil virka fyri:
- At um- og avskiping uttanfyri arbeiðstíð tekur atlit til heimafrið borgarans
- At skiftistíð verður ásett fyri umlegging til landstreym fyri viðkomandi skipabólkar
- At skip við serliga nógvari ljóðdálking ikki liggja við bryggju í bústaðarøki
Neyðugt er at halda áfram at fáa eina fullfíggjaða ætlan í miðstaðarøkinum fyri ferðslu. Virkast skal saman við landsmyndugleikunum fyri, at vegakervið kring alla kommununa er nøktandi í mun til vaksandi ferðsluna.
Borgaralistin vil virka fyri:
- At samstarva tætt við landsmyndugleikar
- At saman fáa loyst ferðsluavbjóðingar kring kommununa
- At farleiðir eru tryggar hjá bæði bilførarum, súkklum og gongufólki við nøktandi gongubreytum og gøtum millum bygdir, m.a. í Skálafirði, Søldarfirði, Lamba, Rituvík og Æðuvík
Runavíkar kommuna skal menna ein greiðan umhvørvispolitikk og virka fyri at fremja hann. Kommunan skal virka fyri at fremja lívfrøðiligt margfeldi, fremja nýtslu av grønari orku, virka ímóti luft- og umhvørvisdálking og virka fyri betri umstøðum til endurvinning og endurnýtslu.
Borgaralistin vil virka fyri:
- At allar ný- og umbýggingar taka atlit til umhvørvið og fáa lagt um til varandi orku
- At tað stendur øllum borgarum í boði at fáa ókeypis sett av Bokashi spannum til endurvinning av matloyvdum við hús
- At umhvørvispolitikkurin áhaldandi verður mentur og framdur
Kommunala samstarvið um Roðan er væleydnað og eigur áhaldandi at styrkjast. Týdningarmikið er at styrkja heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk til eldri borgarar.
Borgaralistin vil virka fyri:
- At eldraíbúðir verða tøkar í kommununi
- At áhaldandi menna venjingartilboð til eldri borgarar
- At tryggja enn betri karmar og fleiri tímar til starvsfólk
Talið av tilflytarum til Føroya er lutfalsliga hægst í Eysturoynni. Vit skulu taka væl ímóti fólki við øðrum móðurmáli enn føroyskum og tí skal integratiónspolitikkur mennast og setast í verk. Málmenning hjá smærri børnum skal raðfestast høgt.
Borgaralistin vil virka fyri:
- At orða integratiónspolitikk og seta hann í verk
- At tryggja, at vælvirkandi tilboð um frálæru í føroyskum eru tøk
- At tryggja at málmenning fyri smærri børn verður raðfest høgt